:: wikimiki.org ::
| Føroyar |
Føroyar
Føroyar eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Íbúgvarnir verða nevndir føroyingar, og tungumál teirra verður nevnt føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláðum skjøldri.
Søga
Høvuðsgrein: Føroya søga
Írski munkurin Dicuil skrivar 825 bókina Liber de mensura orbis terrae har oyggjar, ið helst eru Føroyar, eru nevndar. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður uml. 825. 999 taka føroyingar við kristindóminum, men tað er politisk og átrúnaðarligt stríð millum Sigmund Brestisson og Trónd í Gøtu.
Trónd í Gøtu]
1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskopsdømi undir Nidaros erkibiskupsdømi. Biskupur Erlendur skrivar Seyðabrævið 1298 í Kirkjubø, hvar siðan 1300 múrurin verður bygdur, men ikki liðugur.
1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotin 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskuppi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgur handilin við Føroyar frá Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup.
Í Gablatíðinum 1655-1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og eftir hann sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er úti í Tinganesi og flestu bygningar hjá handlinum brenna í grund. 1688 verður Norska Lóg galdandi í Føroyum.
Siðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768-1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781-1788 er Føroyaferðin hjá Jens Christian Svabo, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782.
Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum.
Eftir Fríðurin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt.
V. U. Hammershaimb ger tað føroyska skrivmálið í 1846.
Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrstu val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin tann 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.
1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. I hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskaourin byrjar.
Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til at Føringafelag verður stovnað. 1899 verður Føroya Fólkaháskúli stovnaður. Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906-1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fær fyrstu ferð meiriluti á tingi 1918.
Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur er ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi.
1937 setur Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin tann 13. desember 1938. Føroyskt bleiv kirkjumál tann 13. mars 1939.
1940-1945 er Føroyar hersettar av Bretland. Tann 25. apríl 1940 bleiv føroyska flaggið góðkent. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940.
Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing tann 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður.
1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðinga fiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965.
Føroyar fáa umboð í Norðurlanda Ráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerst limur í E.E.C. Fyrstu føroysku frímerkjum útgáva hjá Postverki tann 1. apríl 1976. 1977 fáa Føroyar 200 fjórðinga fiskimark.
Politikkur
Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur
Føroyskur politikkur]
Politiskt eru Føroyar skipaðar við Løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og Landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt.
Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og Dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk umframt fólkakirkjuna.
Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.
Seks politiskir flokkar sita á tingi. Hesir eru:
Politisku spurningarnir, sum hesir flokkarnir eru ósamdir um, eru ikki bara um høgra og vinstra, sum ofta er í fullveldisríkjum. Flokkarnir eru eisini ósamdir um spurningar, ið snúgva seg um ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og í flestu londum uttan fullveldi.
Í løtuni sita flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu saman. Henda samgongan er ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevur 21 av 32 tinglimum aftanfyri seg. Hetta er sermerkt, tí sum oftast hava samgongur 17 tinglimir aftanfyri seg.
Politisk mál, sum hava fingið stóra umrøðu seinastu árini eru ríkisrættarliga støðan, vinnustudningur, kommunusamanleggingar, fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum og onnur.
Hygg eisini at:
- Løgmaður í Føroyum
- Løgting
- Løgtingsval
Mentan
Høvuðsgrein: Føroysk Mentan
Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymasr áskoðanir eru um júst hvussu stórur partur av fólkinum er kristið. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M.a. orsakað av vantandi viðarvøkstri í Føroyum hava føroyingar ikki havt siðvenju fyri at nýta ljóðføri, men hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist vøruflutningur millum lond, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og hevur ment seg nógv síðan.
Hygg eisini at:
- Tónleikur í Føroyum
- Listi av føroyskum rithøvundum
Landafrøði
Høvuðsgrein: Føroysk Landafrøði
Føroysk Landafrøði]
18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru magnir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1.395,74 km².
Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag.
Lítla Dímun og Gáshólmur.]]
Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
Hygg eisini at:
- Listi av býum í Føroyum
- Listi av fjøllum í Føroyum
- Listi av kommunum í Føroyum
- Oyggjar í Føroyum
Búskapur
Høvuðsgrein: Føroyskur Búskapur
Hygg eisini at
Útvortis ávísing
- [http://www.tinganes.fo/ Løgmansskrivstovan]
- [http://www.hagstova.fo Hagstovan]
- [http://www.matrikul.fo Matrikulstovan]
- [http://www.faroestamps.fo Faroestamps.fo]
- [http://www.Faroeislands.dk/ Faroeislands.dk]
- [http://www.psp-info.dk/faroe/INDEX.HTM psp-info.dk/faroe]
- [http://www.kort.fo/website/F20/viewer.htm Kort.fo] (Kort yvir Føroyar)
- [http://www.skulin.fo/myndasavn skulin.fo/myndasavn] (Myndasavnið á skulin.fo)
-
Bólkur:Evropa
ja:フェロー諸島
ko:페로 제도
Føroyskt mál
Føroyskt er Indo-evropeisk mál. Tað hoyrir til Vesturnorrønu málættina (saman við íslendskum, norskum og hinum nú útdeyða norn).
norn
Í Føroyum tosa 48.000 fólk føroyskt, í Danmark uml. 25.000 og í Íslandi uml. 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 85-90.000.
Stavraðið
Føroyskt nýtir latínska stavraðið við serligum norrønum serstavum. Føroyskt nýtir 29 bókstavir umframt trý samansett tvýljóð.
C, Q, W, X, Z verða ikki nýttir, men finnast í summum lániorðum (eisini Ü og Å í eftirnøvnum), men tó er skikkur at býta hesar stavir um við føroyskar stavir við somu frambering.
Teir verða flokkaðir soleiðis:
- Sjálvljóð eru: a á e i í o ó u ú y ý æ ø
- Tvíljóð eru: ei, ey, oy
- Hjáljóð eru: b c d ð f g h j k l m n p r s t v
Frambering og staving
Official transcriptions
Slovak and Czech linguists do not use IPA for phonetic transcription (neither for the Slovak language, nor for other common languages), but rather their own system based on the Slovak alphabet.
In the following table, pronunciation of each grapheme is given in this system as well as in IPA and SAMPA.
u
|-
|v ||v ||v
|-
|y ||i ||i
|-
|ý ||iː ||i:
|-
|æ ||z ||Ea
|-
|ø ||ø ||2:
|-
|
Skjaldarmerki FøroyaSkjaldarmerki Føroya sæst fyrst í kirkjubøstólunum í umleið 15. øld. Tað ímyndar ein veðr á einum skjøldri. Seinri nýtsla sýnir ein veðr í einum innsigli brúkt av løgrættumonnum, ið vóru limir gamla føroyska dómstólinum, løgtinginum.
Skjaldarmerkið fór úr nýtslu tá ið løgtingið varð niðurlagt í 1816. Eftir at løgtingið varð endurreist í 1852, og sjálvt meðan Føroyar vóru de-facto sjálvstøðugar undir seinra heimskríggi, var einki føroyskt skjaldarmerki brúkt.
seinra heimskríggiEftir gildiskomuni av Heimastýrislógini í 1948, kom skjaldarmerki í nýtslu aftur saman við gamla heitinum løgmaður. Og tað var júst løgmaður, og landsstýrið, og ikki løgtingið, sum nú brúkti skjaldarmerkið.
Heimastýrislógini1. apríl 2004 kunngjørdi Løgmansskrivstovan at frá tí degi fóru løgmaður og Løgmansskrivstovan at nýta hesa nýggju útgávuna av skjaldarmerkinum. Henda nýggja útgávan varð grundað á upprunaligu útgávuna á kirkjubøstólunum. Litirnir vóru íblástir av Merkinum, og gult/gylt lagt afturat. Nýggja útgávan ímyndar bukkandi veðr á skjøldri, klárur at verja. Nýggja skjaldarmerkið kann verða nýtt av føroyskum stjórnarráðum og sendistovum. Summi hava skift, meðan onnur enn nýta gomlu útgávuna.
Bólkur:Føroyar
Føroyar
Írland
Írland er lýðveldi í Vesturevropu. Landið Írland, ið ikki má mistakast fyri oynna Írland, hevur landamark við Norðurírland, ið er partur av Stórabretlandi. Sjómark hevur Írland við Atlantshavið, Írska havið og Ermasund.
Søga
Høvuðsgrein: Írlands søga
Politikkur
Høvuðsgrein: Írskur politikkur
Írskir forsætismálaráðharrar (írskt: Taoiseach, fl. Taoisigh)
- Eamon de Valera (29. desember 1937 - 18. februar 1948, flokkur: Fianna Fáil)
- John A. Costello (18. februar 1948 - 13. juni 1951, Fine Gael)
- Eamon de Valera (13. juni 1951 - 2. juni 1954, Fianna Fáil)
- John A. Costello (2. juni 1954 - 20. mars 1957, Fine Gael)
- Eamon de Valera (20. mars 1957 - 23. juni 1959, Fianna Fáil)
- Sean Lemass (23. juni 1959 - 10. november 1966, Fianna Fáil)
- Jack Lynch (10. november 1966 - 14. mars 1973, Fianna Fáil)
- Liam Cosgrove (14. mars 1973 - 5. juli 1977, Fine Gael)
- Jack Lynch (5. juli 1977 - 11. desember 1979, Fianna Fáil)
- Charles J. Haughey (11. desember 1979 - 30. juni 1981, Fianna Fáil)
- Garret FitzGerald (30. juni 1981 - 9. mars 1982, Fine Gael)
- Charles J. Haughey (9. mars 1982 - 14. desember 1982, Fianna Fáil)
- Garret FitzGerald (14. desember 1982 - 10. mars 1987, Fine Gael)
- Charles J. Haughey (10. mars 1987 - 11. februar 1992, Fianna Fáil)
- Albert Reynolds (11. februar 1992 - 15. desember 1994, Fianna Fáil)
- John Bruton (15. desember 1994 - 26. juni 1997, Fine Gael)
- Bertie Ahern (síðani 26. juni 1997, Fianna Fáil)
Mentan
Høvuðsgrein: Írsk mentan
Landfrøði
Høvuðsgrein: Írsk landfrøði
Írsk landfrøði
Búskapur
Høvuðsgrein: Írskur búskapur
Hygg eisini at
Útvortis ávísing
- [http://www.irlgov.ie IrlGov.ie]
- [http://www.browseireland.com BroeweIreland.com]
- [http://www.tourismireland.com TourismIreland.com]
Bólkur:Evropa!
ja:アイルランド
ko:아일랜드
ms:Ireland
nb:Republikken Irland
simple:Republic of Ireland
zh-min-nan:Éire
Sigmundur BrestissonSigmundur Brestisson (961-1005), føddur í Skúvoy.
Sambært Føroyinga søgu, var tað stórbóndin og víkingurin Sigmundur Brestisson, ið kristnaði Føroyar. Í ár 999, noyddi Sigmundur, eftir boðum frá norska konginum Ólavi Trygvason, føroyingar at taka við nýggjari trúgv. Mótstøðan móti tí nýggju trúnni, undir leiðslu av tí víðagitna Trónda í Gøtu, varð skjótt niðurbard og hóast Sigmundur sjálvur lat lív, fekk kristindómurin fótafes.
Gravstaðurin hjá Sigmundi við gravsteini er varðveittur í kirkjugarðinum í Skúvoy.
Útvortis ávísing
- [http://www.faroestamps.fo/?sprog=&side=db6efa6c9ab07d5f22bc8bfac1a50417 Faroestamps.fo - Sigmundarsteinur]
Brestisson, Sigmundur
Tróndur í GøtuTróndur í Gøtu (føddur 945, deyður 1035 í Gøtu)
Gøtu
Gøtu, Tróndur í
Gøtu, Tróndur í
NoregNoreg, í talumáli ofta Norra, á gomlum føroyskum Noregur og Norðvegur; er kongaríki í Norðurevropu. Í eystri hevur Noreg mark við Svøríki, Finnland og Russland, í suðuri við Skagerrak, í norðri Barentshavið og vesturi er Atlantshavið.
Søga
Sambært íslendingasøgum savnaði Haraldur Hárfagri allan Norveg (altso Noreg) undir ræði sítt. Í 872 hevði hann skipað lensmansríki í Noregi. Av harðræði hansara var stór útflyting vestur í hav til Føroya, Hetlands, Orknoya, Íslands, Grønlands og aðrar staðir. Tó at hesi londini tá vóru uttanfyri Noregs ríki, vórðu tey øll løgd undir norskt kongsvald seinni.
Grønlands]]
Upp gjøgnum tíðirnar var Noreg við hvørt sjálvstøðugt, við hvørt undir donskum yvirvaldi og við hvørt undir svenskum. Men mesta av tíðini var tað sjálvstøðugt kongsríki, sjálvt um tað var undir útlendskum yvirvaldi. Tað var hetta, ið gjørdi tað gjørligt hjá noregsmonnum at loysa frá Svøríki í 1905. Eitt nýtt fullveldisríki varð ikki stovnað við hesum. Tað einasta sum hendi, var at svenski kongurin varð settur frá í Noregi, og politiska samstarvið millum Noregs og Svøríkis uppsagt.
Høvuðsgrein: Noregs søga
Politikkur
Høvuðsgrein: Norskur politikkur
Mentan
Norskur politikkur
Høvuðsgrein: Norsk mentan
Landafrøði
Norsk mentan]
Høvuðsgrein: Norsk landafrøði
Búskapur
Høvuðsgrein: Norskur búskapur
Hygg eisini at
Útvortis ávísing
Bólkur:Evropa
Bólkur:Skandinavia
-
als:Norwegen
[[got:
Ísland
Bólkur:Evropa
Ísland
als:Island
fiu-vro:Island'
ja:アイスランド
ko:아이슬란드
ms:Iceland
simple:Iceland
th:ประเทศไอซ์แลนด์
zh-min-nan:Peng-tē Westmorland and Lonsdale (UK Parliament constituency)
Westmorland and Lonsdale is a constituency represented in the House of Commons of the Parliament of the United Kingdom. It elects one Member of Parliament (MP) by the first past the post system of election.
Boundaries
The constituency is based around the South Lakeland district of Cumbria. Important towns in the constituency include Kendal, Windermere and Kirkby Lonsdale.
It does not include the entire historic Westmorland, particularly lacking the county town Appleby-in-Westmorland.
Members of Parliament
- Constituency renamed (1983)
- 1983 — 1997: Michael Jopling, Conservative
- 1997 — 2005: Tim Collins, Conservative
- 2005 — present: Tim Farron, Liberal Democrat
Election results
See also
- List of Parliamentary constituencies in Cumbria
Category:Parliamentary constituencies in the North West
gastronomia Reklama online casinos gospodarka systemy zarzdzania
|
|
|
| :: RELATED NEWS :: |
Urnenfelderzeit
Die Urnenfelderkultur folgte auf die Hügelgräberbronzezeit. Sie dauerte von etwa 1350 v. Chr. bis 800 v. Chr. und ist ein Teil der Bronzezeit. Der Begriff Urnenfelderkultur geht auf den süddeutschen Prähistoriker Ernst Wagner zurück. Er bezieht sich auf die Bestattungen der Knochenreste von auf Scheiterhaufen verbrannten Toten, d
|
Liste der Seehäfen
Liste der Seehäfen (international)
|
Dr.-Leopold-Lucas-Preis
Der Dr.-Leopold-Lucas-Preis wird alljährlich von der Evangelisch-theologischen Fakultät im Namen der Universität Tübingen verliehen. Er wurde 1972 von Franz D. Lucas zum 100. Geburtstag seines in Theresienstadt umgekommenen Vaters, des jüdischen Rabbiners Dr. Leopold Lucas, gestiftet. Die z. Zt. mit 40 000 Euro dotierte Auszeichnung würdigt hervorragende Leistungen auf
|
Aeschi bei Spiez
Aeschi ist eine Gemeinde im Amtsbezirk Frutigen des Kantons Bern in der Schweiz. Sie liegt oberhalb von Spiez. Im Jahre 2000 hat man noch 2'025 Einwohner gezählt.
Ein bisschen oberhalb von Aeschi liegt Aeschiried, mit Blick auf den Thunersee.
Weblinks
- [http://www.aeschi.ch/ Offizielle Website der Gemeinde Aesch
|
|
|
Hüngringhausen
Hüngringhausen ist einer von 22 Ortsteilen der Stadt Bergneustadt im Oberbergischen Kreis im Regierungsbezirk Köln in Nordrhein-Westfalen, Deutschland.
Lage und Beschreibung
Der Ort liegt in Luftlinie rund 3,2 Kilometer von der Stadt Bergneustadt entfernt.
Geschichte
Erstnennung
|
|