:: wikimiki.org ::
| Skjaldarmerki Føroya |
Skjaldarmerki FøroyaSkjaldarmerki Føroya sæst fyrst í kirkjubøstólunum í umleið 15. øld. Tað ímyndar ein veðr á einum skjøldri. Seinri nýtsla sýnir ein veðr í einum innsigli brúkt av løgrættumonnum, ið vóru limir gamla føroyska dómstólinum, løgtinginum.
Skjaldarmerkið fór úr nýtslu tá ið løgtingið varð niðurlagt í 1816. Eftir at løgtingið varð endurreist í 1852, og sjálvt meðan Føroyar vóru de-facto sjálvstøðugar undir seinra heimskríggi, var einki føroyskt skjaldarmerki brúkt.
seinra heimskríggiEftir gildiskomuni av Heimastýrislógini í 1948, kom skjaldarmerki í nýtslu aftur saman við gamla heitinum løgmaður. Og tað var júst løgmaður, og landsstýrið, og ikki løgtingið, sum nú brúkti skjaldarmerkið.
Heimastýrislógini1. apríl 2004 kunngjørdi Løgmansskrivstovan at frá tí degi fóru løgmaður og Løgmansskrivstovan at nýta hesa nýggju útgávuna av skjaldarmerkinum. Henda nýggja útgávan varð grundað á upprunaligu útgávuna á kirkjubøstólunum. Litirnir vóru íblástir av Merkinum, og gult/gylt lagt afturat. Nýggja útgávan ímyndar bukkandi veðr á skjøldri, klárur at verja. Nýggja skjaldarmerkið kann verða nýtt av føroyskum stjórnarráðum og sendistovum. Summi hava skift, meðan onnur enn nýta gomlu útgávuna.
Bólkur:Føroyar
Føroyar
LøgtingFøroya løgting hevur røtur heilt aftur til landnámstíð umleið 825 og er nú við tí lóggávuvaldi, sum løgtingið fekk við heimastýrislógini 1948, sostatt eitt hitt elsta lóggávuting í heiminum.
1948
Søga
Upprunaliga var tingið eitt alting, sum bæði hevði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk. Eftir at Føroyar umleið 1035 gjørdust norskt skattland, minkaði vald altingsins. Altingið verður í 1300-1400 talinum til eitt løgting, hvørs høvuðsuppgáva er at vera dómsvald. Løgmaður, sum tingformaðurin nevndist, verður nú tilnevndur av kongi, og løgrættumenn, sum tingmenn nevndust, verða tilnevndir av kongsins umboðsmanni í Føroyum. Um 1380 koma Føroyar saman við Noregi undir Danmark, men oyggjarnar hava tó eina serstøðu sum gamalt norskt land. Hóast hesa gongd varðveitti Føroya løgting ávirkan á lóggávu, og landsins stýri fram til tíðarskeiðið við einaveldi, sum byrjar frá umleið 1660, tá myndugleiki løgtingsins av álvara tók at vikna. Henda gongd endaði við, at aldagamla Løgtingið varð avtikið við kongligari fyriskipan í 1816, samstundis sum dómsvald Løgtingsins var lagt til aðrar stovnar eitt nú Føroya rætt.
Tá ið Danmark 1849 fekk frælsa grundlóg, komu Føroyar undir hesa lóg, og gjørdi hon sostatt enda á tí serstøðu, Føroyar høvdu havt fyrst í norska ríkinum og seinni í danska. Við grundlógini gjørdust Føroyar formliga ein partur av danska ríkinum. Í Føroyum vóru mong, sum vildu hava Løgtingið endurreist, eitt nú fyri at amtmaðurin ikki einsamallur skuldi ráðgeva donskum myndugleikum við lóggávu fyri Føroyar. Tann, ið stríddist sum mest fyri hesum og sum heild fyri at vinna føroyingum frælsari politiskar ræsur, var Niels Winther
Niels Winther
Tann 26. mars 1852 kom ríkisdagslógin um, at Føroya løgting skuldi setast aftur á stovn. Tingið fekk tó ikki lóggávuvald, men var í roynd og veru bert eitt amtsráð. Men hóast endurreista løgtingið hevði lítlan politiskan myndugleika, so fekk tað sum frá leið týdning bæði sum umboðan mótvegis stjórnini og sum eitt forum, har politiskt áhugaðir føroyingar kundu vinna sær politiskar royndir. Endurstovnaða løgtingið helt eftir fornum siði sín fyrsta tingfund ólavsøkudag 1852, eftir at tingmenn frammanundan høvdu verið til gudstænastu í Havnar kirkju.
Løgtingið og tess myndugleiki eru munandi broytt frá 1852 til í dag. Á endurreista løgtinginum var amtmaðurin tingformaður, men í 1923 varð skipanin broytt soleiðis, at løgtingsformaðurin varð valdur av tingmonnum. Í 1935 fekk løgtingið heimild at krevja inn løgtingsskatt, og undir øðrum heimsbardaga virkaði Løgtingið í roynd og veru sum ein lóggevandi stovnur. Tá annar heimsbardagi endaði 1945, var sjálvsstýrisrákið so sterkt, at eingin vildi venda aftur til amtsstøðuna, ið hevði verið galdandi, til kríggið brast á, og Føroyar vórðu hersettar. Eftir drúgvar samráðingar millum Føroyar og Danmark og eftir eina fólkaatkvøðu, har ein lítil meiriluti var fyri loysing, var heimastýrislógin sett í gildi hin 1. apríl 1948. Við hesi lóg fekk Føroya løgting lóggávuvald á ávísum lóggávuøkjum. Við nýggjari stýrisskipanarlóg frá 1995 var parlamentarisman knæsett sum politisk meginregla, eins og tingið við hesi lóg gjørdist meira líkt øðrum lóggávutingum í Norðurlondum.
Løgtingsval
Løgtingsval verður hildið við minst 4 fýra ára millumbili. Endamálið við hesum valið er at velja umboð fyri fólkið á Løgting. Hesi umboð verða nevnd tinglimir, ella býtt í kyn sun tingmenn og tingkvinnur umboðandi ávíkavist menn og kvinnur.
Okkara politiska skipan byggir á politiskar flokkar. Hvør politiskur flokkur hevur sín egna politikk, sum hann ynskir at fremja á løgtingi. Veljarin velur ein flokk, ella eitt valevni á listanum hjá flokkinum, og atkvøðurnar verða roknaðar til tinglimir eftir at atkvøðurnar eru taldar.
Floksbýtið á Løgtingið 2004 - 2008
Á Løgtingsvaliðnum 20. januar 2004 vóru 31.788 fólk á val, hetta er ein valluttøkan uppá 92,3%.
- | - | - | - |
- | - | - | - |
- | - | - | - |
- | - | - | - |
- | - | - | - |
- | - | - | - |
- | - | - | - |
- | - | - | - |
Sí eisini
- Løgtingsformenn í Føroyum
- Løgmenn í Føroyum
- Amtmenn í Føroyum
- Ríkisumboð í Føroyum
Útvortis ávísing
- [http://www.logting.fo/ Løgtingið]
- [http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=Historie&product%5Fid=417 Stamps.fo] (kelda)
Bólkur:Føroyskur politikkur
Føroyar
Føroyar eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Íbúgvarnir verða nevndir føroyingar, og tungumál teirra verður nevnt føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláðum skjøldri.
Søga
Høvuðsgrein: Føroya søga
Írski munkurin Dicuil skrivar 825 bókina Liber de mensura orbis terrae har oyggjar, ið helst eru Føroyar, eru nevndar. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður uml. 825. 999 taka føroyingar við kristindóminum, men tað er politisk og átrúnaðarligt stríð millum Sigmund Brestisson og Trónd í Gøtu.
Trónd í Gøtu]
1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskopsdømi undir Nidaros erkibiskupsdømi. Biskupur Erlendur skrivar Seyðabrævið 1298 í Kirkjubø, hvar siðan 1300 múrurin verður bygdur, men ikki liðugur.
1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotin 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskuppi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgur handilin við Føroyar frá Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup.
Í Gablatíðinum 1655-1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og eftir hann sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er úti í Tinganesi og flestu bygningar hjá handlinum brenna í grund. 1688 verður Norska Lóg galdandi í Føroyum.
Siðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768-1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781-1788 er Føroyaferðin hjá Jens Christian Svabo, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782.
Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum.
Eftir Fríðurin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt.
V. U. Hammershaimb ger tað føroyska skrivmálið í 1846.
Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrstu val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin tann 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.
1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. I hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskaourin byrjar.
Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til at Føringafelag verður stovnað. 1899 verður Føroya Fólkaháskúli stovnaður. Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906-1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fær fyrstu ferð meiriluti á tingi 1918.
Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur er ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi.
1937 setur Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin tann 13. desember 1938. Føroyskt bleiv kirkjumál tann 13. mars 1939.
1940-1945 er Føroyar hersettar av Bretland. Tann 25. apríl 1940 bleiv føroyska flaggið góðkent. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940.
Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing tann 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður.
1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðinga fiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965.
Føroyar fáa umboð í Norðurlanda Ráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerst limur í E.E.C. Fyrstu føroysku frímerkjum útgáva hjá Postverki tann 1. apríl 1976. 1977 fáa Føroyar 200 fjórðinga fiskimark.
Politikkur
Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur
Føroyskur politikkur]
Politiskt eru Føroyar skipaðar við Løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og Landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt.
Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og Dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk umframt fólkakirkjuna.
Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.
Seks politiskir flokkar sita á tingi. Hesir eru:
Politisku spurningarnir, sum hesir flokkarnir eru ósamdir um, eru ikki bara um høgra og vinstra, sum ofta er í fullveldisríkjum. Flokkarnir eru eisini ósamdir um spurningar, ið snúgva seg um ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og í flestu londum uttan fullveldi.
Í løtuni sita flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu saman. Henda samgongan er ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevur 21 av 32 tinglimum aftanfyri seg. Hetta er sermerkt, tí sum oftast hava samgongur 17 tinglimir aftanfyri seg.
Politisk mál, sum hava fingið stóra umrøðu seinastu árini eru ríkisrættarliga støðan, vinnustudningur, kommunusamanleggingar, fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum og onnur.
Hygg eisini at:
- Løgmaður í Føroyum
- Løgting
- Løgtingsval
Mentan
Høvuðsgrein: Føroysk Mentan
Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymasr áskoðanir eru um júst hvussu stórur partur av fólkinum er kristið. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M.a. orsakað av vantandi viðarvøkstri í Føroyum hava føroyingar ikki havt siðvenju fyri at nýta ljóðføri, men hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist vøruflutningur millum lond, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og hevur ment seg nógv síðan.
Hygg eisini at:
- Tónleikur í Føroyum
- Listi av føroyskum rithøvundum
Landafrøði
Høvuðsgrein: Føroysk Landafrøði
Føroysk Landafrøði]
18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru magnir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1.395,74 km².
Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag.
Lítla Dímun og Gáshólmur.]]
Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
Hygg eisini at:
- Listi av býum í Føroyum
- Listi av fjøllum í Føroyum
- Listi av kommunum í Føroyum
- Oyggjar í Føroyum
Búskapur
Høvuðsgrein: Føroyskur Búskapur
Hygg eisini at
Útvortis ávísing
- [http://www.tinganes.fo/ Løgmansskrivstovan]
- [http://www.hagstova.fo Hagstovan]
- [http://www.matrikul.fo Matrikulstovan]
- [http://www.faroestamps.fo Faroestamps.fo]
- [http://www.Faroeislands.dk/ Faroeislands.dk]
- [http://www.psp-info.dk/faroe/INDEX.HTM psp-info.dk/faroe]
- [http://www.kort.fo/website/F20/viewer.htm Kort.fo] (Kort yvir Føroyar)
- [http://www.skulin.fo/myndasavn skulin.fo/myndasavn] (Myndasavnið á skulin.fo)
-
Bólkur:Evropa
ja:フェロー諸島
ko:페로 제도
2004Øldir: 20. øld - 21. øld - 22. øld
Áratíggju: 1950-árini 1960-árini 1970-árini 1980-árini 1990-árini - 2000-árini - 2010-árini 2020-árini 2030-árini 2040-árini 2050-árini
Árstal: 1999 2000 2001 2002 2003 - 2004 - 2005 2006 2007 2008 2009
----
Hendingar
- 20. januar - Løgtingsval er. Valúrslitini vísa, at hóast tjóðveldisflokkurin einans hevur næstmest atkvøður, fær hann bestu umboðan á tingi við 8 tinglimum. Í prosentum er Sambandsflokkurin størsti flokkur á tingi, men hevur einans 7 tinglimir.
- 3. februar - Samgonga verður skipað ímillum fólkaflokkin, sambandsflokkin og javnaðarflokkin. Jóannes Eidesgaard verður valdur til løgmann
- 11. mars - Ein bumba brestur á einum jarnbreytartoki í spanska høvuðstaðnum Madrid. 192 fólk missa lívið. Hóast baskiski yvirgangsfelagsskapurin ETA fær skyldina at byrja við, tekur Al-Kaida ábyrgdina av spreingingini.
- 1. mai - Tíggju nýggj lond (Kekkia, Kýpros, Estland, Letland, Litava, Malta, Pólland, Slovakia, Slovenia og Ungarn) blíva alment limir av ES
- 14. mai - Fríðrikur krónprinsur giftir seg við tasmansku Mary Elizabeth Donaldson.
Ítróttur
Fótbóltur
- 21. februar - Føroyar-Pólland 0-6 (0-4) í San Fernando, Spania - Vinardystur
- 24. februar - Føroyar-Luksemborg 4-2 (0-1) í San Fernando, Spania - Vinardystur (John Petersen, 47. og 53.; Súni Olsen, 75.; Julian Johnson, 90.)
- 1. juni - Háland-Føroyar 3-0 (1-0) í Lausanne, Sveis - Vinardystur
- 18. august - Føroyar-Malta 3-2 (2-0) á Svangaskaði, Toftir - Vinardystur (Jákup á Borg, 31.; Rógvi Jacobsen, 42.; Fróði Benjaminsen, 81.)
- 4. september - Sveis-Føroyar 6-0 (4-0) í Basel - HM undandystur
- 8. september - Føroyar-Frakland 0-2 (0-1) á Tórsvølli, Tórshavn - HM-undandystur
- 9. oktober - Kýpros-Føroyar 2-2 (1-2) í Nikosia - HM-undandystur (Claus Beck Jørgensen, 21.; Rógvi Jacobsen, 44.) [http://www.footballsupporters.fo/?P=7&G=37 Myndir hjá 12. manni]
- 13. oktober - Írland-Føroyar 2-0 (2-0) í Dublin - HM-undandystur
Føðingar
-
Andlát
- 25. januar - Miklós Fehér, ungarskur fótbóltsleikari (f. 1979).
- 13. februar - Zelimkhan Jandarbijev, forseti í Kekenia (f. 1951)
- 26. februar - Boris Trajkovski, (Борис Трајковски á kyrilliskum) forseti í Makedonia (f. 1956)
- 28. mars - Peter Ustinov, bretskur sjónleikari (f. 1912).
- 5. juni - Ronald Reagan, fyrrverandi amerikanskur forseti (f. 1911).
- 10. juni - Ray Charles, amerikanskur pianistur og sangari (f. 1930).
- 1. juli - Marlon Brando, amerikanskur sjónleikari (f. 1924).
- 14. september - Ove Sprogøe, danskur sjónleikari (f. 1919).
- 10. oktober - Christopher Reeve, amerikanskur sjónleikar (f. 1952).
- 11. november - Jasser Arafat, palestinskur forseti (f. 1929).
- 28. desember - Jerry Orbach, amerikanskur sjónleikari (f. 1935).
-
ja:2004年
ko:2004년
ms:2004
nb:2004
roa-rup:2004
simple:2004
th:พ.ศ. 2547
zh-min-nan:2004 nî
Merkið
Merkið er føroyska flaggið.
Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroyskum studentum Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómennirnir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinra heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu sjómenn okkara sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni.
1940]]
Seinnapartin 13. apríl 1940 komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin Suffolk á Havnarvág og eitt herlið frá Royal Marines var sett á land. Bretska hersetanin av Føroyum var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið, vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt.
Um hesar leiðir sigldu nógvir týskir kavbátar og sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør frá støðum í Noregi, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimun sameindu vesturi í havi. Hugsast kundi, at rættiligt kríggj kom at standa í Norðuratlantshavi. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu her flogvøll við hangari og flogstøð hjá vatnflogførum, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar.
Noregi úr Miðvági. Hann hvarv í marts 1942 á veg undan Íslandi, og eingin av manningini, 21 mans, spurdist aftur. Líkt er til, at ein týskur kavbátur hevur søkt hann við torpedo.]]
torpedo. Í juli 1942 varð hon søkt stutt norður úr Kallinum av týskum flogfari, ið kastaði bumbur og skeyt við maskinbyrsum og granatum. Manningin, 8 mans, slapp í bátin og bjargaðist.]]
Havið um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar.
Kríggið kostaði Føroyum dýrt. Skip, ið fiskaðu ella sigldu við fiski til bretskar havnarbýir, vórðu minusprongd, torpederað ella skotin niður av kavbátum, onnur vórðu álopin av flogførum, ið kastaðu bumbur og skutu við maskinbyrsum. 1/3 av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn og 150 mans í bestu árum doyði. Hetta var meira enn 1/2% av fólkinum. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum føroyskur flaggdagur. Tá hava skúlabørnini frí og flaggdagshald er víða hvar um bygdir og býir. Sum vera man leita tankarnir tá til teirra, ið fullu í krígnum. Í sambandi við, at heimastýri varð sett á stovn í 1948, var Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga.
Úr Løgtingslóg um flaggið
:Føroya flagg er hvítt krossmerki. Krossurin er fagurreyður (PMS 032) og azurblárandaður (PMS 300). Reyði liturin er 1/8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1/2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8-11.
Sjá, tú blánar
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotiðskært.
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.
- Orð: Hans Andrias Djurhuus, 1920
- Lag: Gunnar Mikkelsen
Keldur
- [http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=Miniark&product%5Fid=194 Postverk Føroya]
- [http://www.logir.fo/foldb/llofo/1959/0000042.htm Logtingslóg nr. 42 frá 17.07.1959 um flaggið]
Bólkur:Fløgg
The rating system of the Royal Navy
:There are six rating articles (1st, 2nd, 3rd, 4th, 5th, 6th) in the rating system of the Royal Navy.
The rating system of the Royal Navy was used by the Royal Navy between the 1670s and early 19th century to categorise sailing warships according to their ability to stand in a line of battle and according to their number of guns. Cannon (large, smooth-bored, muzzle-loading guns) were counted, but not carronades (short guns which were half the weight of equivalent long guns), although rated ships could carry up to twelve 24- or 32-pounder carronades. During the Napoleonic Wars the correlation between formal gun rating and actual number of long guns or carronades carried by any individual ship was theoretical at best.
When first established, first-rates were ships of exactly 100 guns, second-rates 90 guns, third-rates 70 guns, and fourth-rates 54–60 guns. As time passed, and different ships were built with greater or fewer numbers of guns, the term was expanded to include the ranges listed below.
Although the rating system was only used by the Royal Navy, British authors might still use "first-rate" when referring to the largest ships of other nations or "third-rate" to speak of a French seventy-four. By the end of the 18th century, the rating system had mostly fallen out of common use, ships of the line usually being characterized directly by their nominal number of guns, the numbers even being used as the name of the type, as in "a squadron of three seventy-fours".
The rating system did not handle ships smaller than the sixth rate, the remainder simply being "unrated". The larger of the unrated vessels were generally called sloops (but be warned that nomenclature is quite confusing for unrated vessels, especially when dealing with the finer points of "brig", "sloop-of-war", "corvette" and "post-ship" and whether any particular vessel is one, the other, or several of these at once). Sixth-rate ships were generally useful as convoy escorts, for blockade duties and the carrying of dispatches; their small size made them a bit unsuited for the general cruising tasks the fifth-rate frigates did so well.
Rating system
In 1817, the Royal Navy introduced a new rating system which included carronades in the count.
The rating system was again modified later based more on the size of the crew.
Other uses
The term first-rate has passed into general usage, as an adjective used to mean something of the best or highest quality available. Second-rate and Third-rate are also used as adjectives to mean that something is of inferior quality.
References
- Michael Philips, [http://www.cronab.demon.co.uk/gen1.htm Notes on Sailing Warships], 2000.
- Military Heritage did a feature on frigates and included the British Rating System (John D. Gresham, Military Heritage, February 2002, Volume 3, No.4, pp. 12 to 17 and p. 87).
Category:Royal Navy
free poker wycieczki szkolne zakady sportowe venice luxury hotels depresja
|
|
|
| :: RELATED NEWS :: |
Nicky line
right
The Nicky Line (also sometimes spelled Nickey Line) is the local nickname for the railway that once linked the towns of Hemel Hempstead and Harpenden via Redbourn. Today the course of most of the railway has been redeveloped as a cycle and walking path, and is part of the National Cycle Network (the
|
HMAS Hobart (1939)
The HMAS Hobart was a Leander class light cruiser which served in the Royal Australian Navy during World War II.
Description
The Hobart was the second of its class to be modified for Australian service, and the first to be named after the city of Hobart in Tasmania. Originally built for the Perth class guided missile armed destroyer of the Royal Australian Navy. She was laid down by Defoe Shipbuilding Company at Bay City, Michigan, USA, on 26 October
|
Primal scream therapy
Primal therapy is a trauma-based psychotherapy developed and popularized by Arthur Janov, Ph.D. During therapy the patient is encouraged to cry, scream, and beat objects to express childhood, perinatal and prenatal feelings. Janov claimed that in primal therapy patients would find their real needs and feelings after experiencing all their accumulated pain. The absence of peer-reviewed outcome studies
|
Kingcroaker
See text.
The kingcroakers (formerly "kingfish") are a genus Menticirrhus of the family Sciaenidae.
Menticirrhus americanus - Southern Kingfish: This species grows to 20 inches (51 cm) in length. Seven to eight dark bands mark the sides which shade from dusky above to almost white on the belly. They are found from the Western genus Menticirrhus of the family Sciaenidae.
Menticirrhus americanus - Southern Kingfish: This species grows to 20 inches (51 cm) in length. Seven to eight dark bands mark the sides which shade from dusky above to almost white on the belly. They are found from the Western Polish for National Security Corps, short PKB) was a Polish underground police force organized by the Armia Krajowa and Delegate's Office under German occupation during World War II. It was trained as the core of
|
|
Governor of the Bank of Canada
The Governor of the Bank of Canada is chief executive officer and the chairman of the board of directors of the Bank of Canada. The current Governor is David A. Dodge, since 2001. The governor is appointed by the Prime Minister of Canada, but once in office is intended to be independent.
|
|