Home About us Products Services Contact us Bookmark
:: wikimiki.org ::
Tórshavn

Tórshavn

Tórshavn er høvuðsstaður í Føroyum, og hevur umleið 18.000 íbúgvar. Navni er samanset av Tór, sum er norrønur guður, og havn.















































Bólkur:Føroyar Bólkur:Streymoy

Føroyar

Føroyar eru oyggjaland í Norðuratlantshavi. Íbúgvarnir verða nevndir føroyingar, og tungumál teirra verður nevnt føroyskt. Føroyska flaggið verður nevnt Merkið og føroyska skjaldarmerkið ímyndar ein veðr á bláðum skjøldri.

Søga

Høvuðsgrein: Føroya søga Írski munkurin Dicuil skrivar 825 bókina Liber de mensura orbis terrae har oyggjar, ið helst eru Føroyar, eru nevndar. Grímur Kamban er fyrsti landnámsmaður uml. 825. 999 taka føroyingar við kristindóminum, men tað er politisk og átrúnaðarligt stríð millum Sigmund Brestisson og Trónd í Gøtu. Trónd í Gøtu] 1035 tekur Leivur Øssursson Føroyar í len frá Noregs kongi og 1100 verða Føroyar biskopsdømi undir Nidaros erkibiskupsdømi. Biskupur Erlendur skrivar Seyðabrævið 1298 í Kirkjubø, hvar siðan 1300 múrurin verður bygdur, men ikki liðugur. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir danskan kong. Eftir trúbotin 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir Bergens biskuppi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgur handilin við Føroyar frá Bergen til Keypmannahavnar. 1620 kemur Føroya kirkja undir Sælands biskup. Í Gablatíðinum 1655-1709 fær Kristoffur Gabel Føroyar í len. 1662 fær hann, og eftir hann sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin Lucas Debes bókina Færoæ et Færoa reserata. Eldur er úti í Tinganesi og flestu bygningar hjá handlinum brenna í grund. 1688 verður Norska Lóg galdandi í Føroyum. Siðan 1709 er kongligur einahandil. Rybergs handil er 1768-1788 í Vágsbotni, Tórshavn. Føroyingar læra at salta sild, og klippfiskur verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir Sælands stiftsamt. 1781-1788 er Føroyaferðin hjá Jens Christian Svabo, sum skrivar bókina Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-1782. Nólsoyar Páll byggir Royndina Fríðu 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur Nólsoyar Páll burtur við skipi sínum. Eftir Fríðurin í Kiel 1814 fer Noreg frá Danmark undir svenskan kong. Føroyar, Ísland og Grønland vera verðandi saman við Danmark. Løgtingið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt. V. U. Hammershaimb ger tað føroyska skrivmálið í 1846. Danska grundlógin frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrstu val í Føroyum til danska ríkisdagin er 1851, og 1852 verður Løgtingið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin tann 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil. 1861 verður realskúlin í Havn stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. I hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og sluppfiskiskaourin byrjar. Tann tjóðskaparligi fundurin í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til at Føringafelag verður stovnað. 1899 verður Føroya Fólkaháskúli stovnaður. Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906-1908: Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, ið fær fyrstu ferð meiriluti á tingi 1918. Løgtingsskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur er ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær Javnaðarflokkurin umboð á tingi. 1937 setur Løgtingið Føroya Studentaskúla á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera danskt, verður avtikin tann 13. desember 1938. Føroyskt bleiv kirkjumál tann 13. mars 1939. 1940-1945 er Føroyar hersettar av Bretland. Tann 25. apríl 1940 bleiv føroyska flaggið góðkent. Fólkaflokkurin, sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940. Við fólkaatkvøðu um stjórnaruppskot ella loysing tann 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir løgtingið heim, og løgtingsval gevur meiriluta fyri sambandi. Heimastýrislógin kemur í gildi 1948, og Tjóðveldisflokkurin stovnaður. 1957 verður Útvarp Føroya stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðinga fiskimark í 1964. Fróðskaparsetur Føroya verður sett á stovn í 1965. Føroyar fáa umboð í Norðurlanda Ráðnum í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerst limur í E.E.C. Fyrstu føroysku frímerkjum útgáva hjá Postverki tann 1. apríl 1976. 1977 fáa Føroyar 200 fjórðinga fiskimark.

Politikkur

Høvuðsgrein: Føroyskur politikkur Føroyskur politikkur] Politiskt eru Føroyar skipaðar við Løgtingi, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og Landsstýri, ið hevur útinnandi valdið um hendi. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt. Sambært heimastýrislógini verða nøkur málsøki umsitin av donskum myndugleikum. Løgreglan og Dómsvaldið í Føroyum eru eisini donsk umframt fólkakirkjuna. Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. Danska grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum. Seks politiskir flokkar sita á tingi. Hesir eru: Politisku spurningarnir, sum hesir flokkarnir eru ósamdir um, eru ikki bara um høgra og vinstra, sum ofta er í fullveldisríkjum. Flokkarnir eru eisini ósamdir um spurningar, ið snúgva seg um ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og í flestu londum uttan fullveldi. Í løtuni sita flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin í samgongu saman. Henda samgongan er ein sonevnd meirilutasamgonga, hon hevur 21 av 32 tinglimum aftanfyri seg. Hetta er sermerkt, tí sum oftast hava samgongur 17 tinglimir aftanfyri seg. Politisk mál, sum hava fingið stóra umrøðu seinastu árini eru ríkisrættarliga støðan, vinnustudningur, kommunusamanleggingar, fullur limaskapur í Norðurlandaráðnum og onnur. Hygg eisini at:
- Løgmaður í Føroyum
- Løgting
- Løgtingsval

Mentan

Høvuðsgrein: Føroysk Mentan Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. Málið er runnið úr fornnorrønum eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar kristnir hóast ymasr áskoðanir eru um júst hvussu stórur partur av fólkinum er kristið. Við aldagomlu kvøðingini hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M.a. orsakað av vantandi viðarvøkstri í Føroyum hava føroyingar ikki havt siðvenju fyri at nýta ljóðføri, men hava dansað og kvøðið í staðin. Í 20. øld betraðist vøruflutningur millum lond, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók myndlistin dik á seg í 20. øld, og hevur ment seg nógv síðan. Hygg eisini at:
- Tónleikur í Føroyum
- Listi av føroyskum rithøvundum

Landafrøði

Høvuðsgrein: Føroysk Landafrøði Føroysk Landafrøði] 18 oyggjar eru í Føroyum. 17 eru bygdar og 1 óbygd, Lítla Dímun. Umframt oyggjarnar eru magnir hólmar, stakkar, drangar og sker. Tilsamans 779 av teimum. Heilt neyvt er víddin av øllum Føroyakortinum, við skerum, 1.395,74 km². Oyggjarnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Lítla Dímun og Gáshólmur.]] Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir. Hygg eisini at:
- Listi av býum í Føroyum
- Listi av fjøllum í Føroyum
- Listi av kommunum í Føroyum
- Oyggjar í Føroyum

Búskapur

Høvuðsgrein: Føroyskur Búskapur

Hygg eisini at

Útvortis ávísing


- [http://www.tinganes.fo/ Løgmansskrivstovan]
- [http://www.hagstova.fo Hagstovan]
- [http://www.matrikul.fo Matrikulstovan]
- [http://www.faroestamps.fo Faroestamps.fo]
- [http://www.Faroeislands.dk/ Faroeislands.dk]
- [http://www.psp-info.dk/faroe/INDEX.HTM psp-info.dk/faroe]
- [http://www.kort.fo/website/F20/viewer.htm Kort.fo] (Kort yvir Føroyar)
- [http://www.skulin.fo/myndasavn skulin.fo/myndasavn] (Myndasavnið á skulin.fo)
-
Bólkur:Evropa ja:フェロー諸島 ko:페로 제도


Týr

Týr er ein føroyskur viking metal bólkur. Limir: sangur Pól Arni Holm (2001-2002); Allan Streymoy (2002); Heri Joensen (2003- ). gittar Heri Joensen; Jón Joensen (2001); Terji Skibenæs (2002- ) bass Gunnar H. Thomsen. trummur Kári Streymoy.

Útgávur


- 2002 How Far to Asgaard.
- 2002 Ólavur Riddararós.
- 2003 Eric the Red. umframt:
- 2001 Prix Føroyar 2001 (skering 4).
- 2002 Popp List (skering 15).
- 2002 Tutl 25 ár - Live 2002 (skering 8). Bólkur:Føroyskur tónleikur Bólkur:Tónleikabólkur

Bólkur:Streymoy

Bólkur:Oyggjar í Føroyum

Alphonse Balat

Balat, Alphonse Balat, Alphonse Alphonse Hubert François Balat, architecte français né à Gocheneé en 1818 et mort à Ixelles en 1895. Il a été l'un des principaux architectes du roi belge Léopold II, pour qui il a notamment réalisé la façade du Palais royal de Bruxelles, les Serres royales de Laeken. Il est également l'auteur du musée d'Art Ancien de Bruxelles. Balat

kalorie Skrty angielskie Parkiet Zapraszamy sylwester










































:: RELATED NEWS ::


Fuk
Fuk je vulgarizem, ki pomeni spolno občevanje. Beseda po Snojevem slovarju verjetno izhaja iz pomena močno dihati, "delati fu", sorodno s fučkanjem, ki pomeni žvižganje. V žargonu ima beseda več pomenov, ki nimajo neposredne zveze z spolnim občevanjem:
- Zafukal sem stvar. (Zamoč


Upornost
Eléktrični upòr ali eléktrična upórnost (oznaka R) je fizikalna in elektrotehniška količina, določena z Ohmovim zakonom kot razmerje med napetostjo U na električnem uporniku in tokom I
All Rights Reserved 2005 wikimiki.org